Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 15.07.2017 (16:09)

Fípan Fagra svaraði aftur

Eftir at Sílið vann 5-mannafarsróðurin hjá dreingjum seinast, svaraði Fípan Fagra aftur í dag.

Sílið bjóðaði av aftur í dag og legði seg fram um fyrsta partin av róðrinum, men Fípan Fagra elti Sílið.

Róðurin var sera spennandi, men spurturin hjá Fipuni Føgru var framúr, og hann tryggjaði Fípuni sigurin í dag.

5-mannafør, dreingir – úrslitið
1. Fípan Fagra 5:13:02
2. Sílið 5:15:14
3. Royndin Fríða 5:18:29
4. Pílur
5. Teistin
6. Jallurin
7. Títlingur
8. Drekin
9. Ingibjørg
10. Havfrúgvin
11. Frúgvin

5-mannafør, dreingir - støðan
1. Fípan Fagra 40 stig
2. Sílið 37 stig
3. Royndin Fríða 28 stig
4. Teisti 22 stig
5. Jallurin 16 stig
6. Pílur 12 stig
7. Drekin 10 stig
8. Junkarin 5 stig
9. Frúgvin 1 stig
10. Havfrúgvin 1 stig
11. Títlingur 1 stig 
12. Ingibjørg 0 stig
      Firildur 0 stig