Fiskurin er meistari

Barnaróður dreingir: Heykur úr Hósvík tryggjaði sær við sigrinum á ólavsøku silvur í FM kappingini

Vágsdreingir umborð á Fiskinum eru FM vinnarar í kappingini millum dreingir í barnaróðrinum.

Í dag endaðu teir á triðja plássi, men samantalt eru teir meistarar.

Í dag vann Heykur úr Hósvík, sum eisini vann á vestanstevnu í Sandavági.

Tá var Fípan Fagra úr Klaksvík næstfremst, og tað var hon eisini í dag.

Úrslitini í dag hava við sær, at Heykur og Fípan Fagra enda við sama stigatali, og so siga ásetingarnar, at tann, sum var betri á ólavsøku eigur betru endastøðuna. Harvið vann Heykur silvur og Fípan Fagra bronsu.

FM gullið fer suður til Vágs.

 

Barnaróður dreingir

1 Heykur 2.43.26

2 Fípan Fagra 2.45.32

3 Fiskurin 2.45.41

4 Svalan 2.46.16

5 Ternan 2.48.47

6 Pílur 2.49.12

7 Ingibjørg 2.58.36

8 Knúkur 3.01.39

9 Spógvin 3.07.32

 

FM endastøða

1 Fiskurin 44

2 Heykur 39

3 Fípan Fagra 39