Fjepparar brenna troyggjur

Viðhaldsfólk hjá San Diego Chargers eru í øðini inn á felagið

San Diego Chargers er eitt av stóru feløgunum í amerikanskum fótbólti, men nú er felagið rættiliga komið í andglettin, tí leiðslan hevur avgjørt, at felagið skal flyta úr San Diego og 200 kilometrar norður til Los Angeles at halda til.

Felagið varð stovnað í 1960 og spældi eitt kappingarár í Los Angeles. Síðani hevur felagið havt heimstað í San Diego í 56 kappingarár.

Flytingin hevur fingið sinnini í kók hjá nógvum fjepparum hjá San Diego Chargers, og summir eru farnir so langt, at teir hava brent troyggjur hjá liðnum.

Orsøkin til, at Chargers flyta úr San Diego skal verða, at felagið hevur trupulleikar við at finna nýggjan leikvøll í býnum. Qualcomm Stadium, sum Chargers hava spælt á, er niðurslitið, og tí er brúk fyri nýggjum leikvøll, verður sagt.