Leita á in.fo

Dreingir U16 hjá HB, sum vunnu steypakappingina og FM 2017 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Tróndur Arge 14.11.2017 (11:27)

Flest gull til høvuðsstaðin

Kappingarárið 2017 er av, og vinnararnir í øllum deildum og kappingum eru funnir. Og um hugt verður eftir heiðursmerkjabýtinum, so hilnaðist árið serliga væl fyri HB, B36 og KÍ. Men fyri fyrstu ferð í nógv ár, endaði einki gull í Klaksvík, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Meðan B36 vann flest heiðursmerkir samanlagt, so vunnu grannarnir úr HB flest gull. Og fyri fyrstu ferð í nógv ár endaði einki metall av fínasta slag í KÍ, sum kortini vann nógv heiðursmerkir í 2017. Samanlagt vann B36 flest heiðursmerkir, meðan HB vann flest gull. Teir reyð-svørtu í Gundadali vunnu fimm gull, tríggjar silvur, og tvær bronsu. B36 vann tríggjar gull, eina silvur, og sjey bronsu.

 

Nummar trý í samlaða yvirlitnum gjørdist EB/Streymur, sum vann tríggjar gull og ein silvur. Tó skal viðmerkjast, at tær tríggjar gullkrónurnar vórðu vunnar í samstarvi við Skála. Nógv heiðursmerkir vórðu eisini vunnin til Klaksvíkar, men fyri fyrstu ferð í nógv ár endaði einki gull í KÍ. Talan gjørdist kortini um 9 medaljur samanlagt – sjey silvur og tvær bronsu.

(FSF.fo)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her