Leita á in.fo

Tróndur Arge 11.02.2017 (17:01)

Flogbóltur: TB í steypafinaluni

Kvinnuliðið hjá TB er í steypafinaluni hin 25. februar. Hetta gjørdist greitt, tá tvørágentur í dag vunnu ein 3-1 sigur á Fleyr.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja beinleiðis stroyming frá flogbóltinum

 

TB vann tvey tey fyrstu settini greit 25-20 og heili 25-14. Í triðja setti komu havnagenturnar aftur í aftur og vunnu 25-18. Fjórða settið vann TB 25-21 og harvið eitt pláss í steypafinaluna.

 

Hinir dystirnir í dag eru:

 

Kvinnur:

Kl. 15.10 SÍ – KÍF

 

Menn:

Kl. 17.00 ÍF – SÍ

Kl. 19.00 Fleyr – Ternan