Leita á in.fo

Mynd: Giza Hoyvík

André Olsen 15.05.2018 (22:00)

FM-bólkurin í U21 deildini klárur

Í ár hevur U21 kapping hjá monnum á fyrsta sinni verið í føroyskum fótbólti, har tað hesa fyrru hálvuna hevur verið býtt upp í tveir ymiskar bólkar. Undanbólk A og undanbólk B. Felags fyri fyrru hálvuna er, at einasta sum spælt hevur verið um í undanbólki A í fyrru hálvu hevur verið fyri ikki at flyta niður í B-bólkin, meðan tey í B-bólkinum hava spælt um at flutt upp í A-bólkin.

 

Og í gjárkvøldið var greitt, hvørji sjey lið skulu spæla um FM-heitið í U21 deildini hjá monnum. Giza Hoyvík tryggjaði sær í gjárkvøldið nevniliga seinasta plássið í FM-spælinum, tá Giza Hoyvík vann upp og niðurflytingardyst móti EB/Streymi. Giza Hoyvík vann í gjár 4-1 aftaná longda leiktíð, eftir at vanligi dysturin var endaður við 3-1 sigri til Giza Hoyvík. Fyrru uppgerðina hevði EB/Streymur eisini vunnið 3-1.

 

Hitt liðið, ið er flutt upp úr undanspælið B er Skála, sum vann undanspælið í B-bólkinum. Tí vera tað NSÍ, AB, B36, HB, 07 Vestur, KÍ, Skála og Giza Hoyvík sum fara at kappast í FM-spælinum hjá U21 monnum hetta kappingarárið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her