Leita á in.fo

Tróndur Arge 14.04.2018 (13:15)

FM í flogbólti: Avgerðin fellur á Hálsi í dag

Í dag verða seinnu og avgerandi FM finalurnar í flogbólti. Talan er um FM finalurnar hjá bæði kvinnum og monnum. Tað verður beinleiðis frásøgn frá finalunum her á in.fo og á Rás2. Somuleiðis stroymir Kringvarpið frá dystunum.

 

Beinleiðis frásøgn á Rás2 – Trýst HER

 

Fyrra finalan í dag er millum kvinnuliðini hjá Fleyr og KÍF. Fleyr vann hóskvøldið fyrri FM uppgerðina við 3-0 og greiðum settmuni. Fleyr er stórfavorittur at vinna FM. Kravið hjá KÍF er ein sigur, um Fleyr ikki skal fara avstað við steypinum

 

Hjá monnunum er stórur spenningur, eftir at ÍF vann 3-2 í fyrru FM finaluni. Her var neyðugt við fimta og avgerandi settinum, har fuglfirðingar vunnu 15-12. Tí er kravið, at Mjølnir skal vinna, men tað tykist ikki so ósannlíkt.

 

- Vit komu øgiliga væl aftur íaftur eftir, at ÍF hevði lagt seg klárt á odda í fyrru finaluni, og tað hevur givið okkum trúnna uppá, at vit kunnu vinna í dag. Allir menn tøkir aftur, og tí eru vit klárir til at gera tað vit skulu fyri at vinna, sigur Stefan Rosenlund Olsen, spælandi venjari hjá Mjølni.

 

Um tapandi liðini frá fyrru finalunum vinna, so verður spælt eitt gylt sett upp í 15. Tann, sum vinnur hetta settið, verður Føroyameistari 2018.

 

Stroyming frá FM finalunum sæst við at trýsta HER (Kvf.fo)

 

FM finalur í flogbólti:

Kvinnur: Fleyr (3) – (0) KÍF (13.30)

Menn: ÍF (3) – (2) Mjølnir (16.00)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her