Leita á in.fo

Bárður Skorheim Guttesen 18.06.2017 (22:35)

FM-róður útsettur

FM-róðurin á sundalagsstevnu bleiv leygardagin útsettur vegna vegur. Nógv hevur verið kjakast um avgerðina, men flestu fólk eru á einum málið um at RSF tók røttu avgerð.

 

Spurningurin hevur síðani verið, nær hesin róðurin skal avgreiðast. Á facebook bólkinum “kappróðrarkjak” hevur mest verið tosa um týskvøldið 20. juni og leygardag 22. juli, vikuskifti millum vestanstevnu og ólavssøku.

 

Trupulleikin stingur seg upp við tí at tað er gerðandisdagur og flerir av ungu manningunum ganga til próvtøkur. Serliga er trupult hjá manningunum í Suðuroynni, tí hesi missa ein heilan dag. Onnur hava skotið upp at róðurin kundi verið rógvin á øðrum stað, tí veðrið er ikki til vildar í Hósvík hesa vikuna.

 

Rógvarar og áhuga annars hava í veruleikanum ikki vita nær róð verður, tí ongin kunning hevur verið frá RSF síðani róðurin bleiv avlýstur. Í dag seinnapart var avgerðin so tikin og RSF skrivar soleiðis á heimasíðu teirra:

 

- Í gjár varð kunngjørt, at avlýsti/útsetti róðurin skal rógvast týsdagin 20. juni kl. 1800 út frá m.ø. veðurforsøgnini og í samráð við fyrireikarin. At tað er nógv annað virksemi, sum ein slík avlýsing/útseting rakar, er RSF væl vitandi um, tí summarið í Føroyum er tætt pakkað við øllum hugsandi aktivitetum. Kappróðurin er landsdekkandi, so ein slík avgerð vil altíð ávirka onkran part av landinum meir enn ein annan. Og soleiðis kemur tað altíð at verða.

 

RSF, fyriskiparin – Hósvíkar Róðrarfelag og høvuðsdómararnir og hava í dag skift orð um, hvat eitt møguligt alternativ til týsdagin er, so atlit verða tikin til so nógvar rógvarar sum møguligt. Niðurstøðan er at flyta róðurin, so róðurin verður mikudagin 28. juni. Starttíðirnar fyri teir ávísu róðrarnar koma seinni í vikuni, men byrjað verður við barnaróðrinum kl. 18.00

 

Tilmeldingarnar eru tær somu sum til upprunaliga róðurin, men um onkur manning ikki fer at luttaka tann ásetta dagin, verða biðin um at siga frá hesum á vanligan hátt.

 

Vit harmast um tað órógv hetta hevur ført við sær og vóna, at hetta kann skapa frið aftur um róðurin, skrivar RSF á heimasíðu teirra.

 

Tískil skal nú rógvast 3 ferðir uppá bara 8 dagar, og rógvarar standa nú fyri einari heilt nýggjari avbjóðing, meira kroppsliga krevjandi enn áður. Tó so, er avbjóðingin eins fyri øll, og manningin ið megnar at tillaga seg best kemur uttan iva frægast frá komandi vikuni. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her