Leita á in.fo

Peter Morell og Anne Frederiksen eru fólkini aftanfyri "ársins ítróttarátak", ið er Flogbørn sum hevur fingið stóra undirtøku kring alt landið (Mynd: fbf.fo)

Heri Simonsen 15.03.2019 (19:10)

FM1: Fólkini handan "Ársins ítróttarátak"

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna flogbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi við Anne Frederiksen og Peter Morell.

 

Anne Frederiksen og Peter Morell eru fólkini aftanfyri "ársins ítróttarátak". Anne og Peter hava ferðast runt alt landið við tiltakinum "Flogbørn", ið hevur fingið sera stóra undirtøku. 

 

Tað hevur givið endurljóð í evropeisku flogbóltssamgonguni, CEV, at "Flogbørn" hevur fingið so stóra undirtøku í Føroyum.

 

Nú ætla Anne Frederiksen og Peter Morell, at grønlendsk børn skulu eisini fáa gleði av frálíka átakinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her