Leita á in.fo

Alt peikar á, at Føroyar verða minsta tjóð nakrantíð, sum hevur kappast í einum HM-endaspæli í liðítrótti

Heri Simonsen 09.01.2017 (07:00)

Føroyar helst minsti HM-endaspælsluttakari nakrantíð

Aftaná søguliga bragdið hjá føroyska U21 manslandsliðnum í hondbólti at vinna seg í HM-endaspælið í Algeria í summar, vóru tað fleiri, sum bóru uppá mál um Føroyar ikki er minsta tjóð nakrantíð, sum hevur kappast í einum HM-endaspæli í liðítrótti.

 

Nógv talar fyri hesum. Grønland er minsta tjóðin, sum hevur kappast í HM-endaspæli í hondbólti fyri A-landslið. Í Grønlandi búgva 7.000 fólk fleiri enn í Føroyum.

 

Trinidad og Tobago er minsta tjóð, sum hevur kappast í HM-endaspælinum í fótbólti, har búgva 1,35 miljónir fólk. Ísland er minsta land, sum hevur kappast í einum EM-endaspæli í fótbólti.

 

Tonga er minsta landið, sum hevur kappast í einum HM-endaspæli í Rugby. Á Tonga búgva umleið 103.000 fólk. 

 

Onkur vestindisk oyggj er, sum hevur færri íbúgvar enn Føroyar, men vestindisku oyggjarnar hava eitt felags lið, tá tær kappast í cricket. 

 

Einki frættist um nakra pinkutjóð, sum hevur verið við í einum HM-endaspæli í kurvabólti, flogbólti ella í vatnpolo.

 

So tað kann við næstan fullari vissu staðfestast, at føroyska U21 manslandsliðið í hondbólti eisini skrivar søgu hesum viðvíkjandi, tá teir fara at kappast í HM-endaspælinum í Algeria í summar.