Leita á in.fo

Mynd: hsf.fo

André Olsen 17.06.2017 (21:11)

Føroyar í finaluni

Føroyska hondbóltslandsliðið, sum hesa seinastu vikuna hevur verið í Bulgaria til Emering Nations Cup, hevur í kvøld spælt hálvfinalu móti Kosovo.

Úrslitið endaði við 33-30 sigri til Føroyar, eftir hálvleiksstøðuna 15-11 til Føroyar. Í dystinum gjørdist føroyska liðið skert í seinna hálvleiki, tá størsti profilurin á liðnum, Peter Krogh, var útvístur. Men føroyska liðið megnaði tó at halda stand og at vinna dystin.

Sostatt hava Føroyar tryggjað sær pláss í finaluni til Emerging Nations Cup. Finalan verður spæld í morgin, tá Føroyar spæla ímóti Turkalandi, sum í sínari hálvfinalu vann 35-32 móti Kýpros eftir longda leiktíð.