Leita á in.fo

Tróndur Arge 20.04.2017 (10:58)

Føroyar spæla á Estadio do Bessa

Nú er ásett, at dysturin millum Portugal og Føroyar, ið skal spælast hósdagin 31. august, verður á Estadio do Bessa í Porto. Tað skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

 

Fríggjadagin 9. juni fer føroyska A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá sveisar koma á vitjan í Føroyum. Næsti dystur eftir tað, verður hósdagin 31. august, tá føroyska liðið skal spæla á útivølli ímóti Portugal, og nú er ásett, at dysturin millum Portugal og Føroyar verður á Estadio do Bessa í Porto.

 

Estadio do Bessa er gamalt stadion, sum varð bygt í 1911. Leikvøllurin hevur verið undir út- og umbyggingum nakrar ferðir, og seinast var til EM-endaspælið í 2004. Kring vøllin er pláss fyri 28.300 áskoðarum, og er dagliga heimavøllurin hjá Boavista FC.

 

Millum føroyingar er leikvøllurin nokk best kendur fyri dystin millum Svøríki og Danmark, sum til EM-endaspælið í 2004 spældu javnleik 2-2, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Úrslitið millum sviar og danir hevði við sær, at bæði londini tryggjaðu sær víðari luttøku í endaspælinum. Og tað fekk øði í italiumenn. Tí frammanundan var greitt, at endaði dysturin millum Svøríki og Danmark 2-2, so reyk Italia úr kappingini.

 

Seinasti landsdystur á Estadio do Bessa var 1. september í fjør, tá portugisar vunnu 5-0 í venjingardysti móti Gibraltar, skrivar Fótbóltssambandið at enda. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum í Portugal, tá Føroyar aftur skulu takast við Cristiano Ronaldo.