Leita á in.fo

Mynd: hsf.fo

André Olsen 18.06.2017 (20:43)

Føroyar vunnu Emerging Nations Cup

Føroyska hondbóltslandsliðið, sum hesa seinastu vikuna hevur luttikið í Emerging Nations Cup í Bulgaria, skuldi í kvøld spæla finalu í kappingini.

 

Finalan var móti Turkalandi. Dysturin, ið var spennandi frá byrjan til enda, endaði við at føroyska liðið vann ein 26-25 sigur, eftir at Føroyar høvdu verið á odda 13-11 í hálvleikinum.

 

Sostatt hava Føroyar vunnið Emerging Nations Cup aðru ferð á rað, tí fyri tveimum árum síðani eydnaðist tað eisini Føroyum at vinna kappingina, sum tá var spæld í Kosovo.

 

Á føroyska liðnum var Peter Krogh eftir dystin valdur til besta leikara. Hann var eyðsýndur í finalusigrinum í kvøld, eins og Høgni Klein Olsen, eisini var tryggur við fleiri brotskøstum.

 

Føroyar – Turkaland 26-25 (13-11)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her