Leita á in.fo

Her sæst Eirikur J. Simonsen (nr 32) í útidystinum ímóti HC Odense (Mynd: HC Odense)

Heri Simonsen 09.02.2019 (18:30)

Føroyingaliðini vunnu týðandi dystir

Niklas Simonsen og liðfelagarnir í TMS Tønder eru framvegis bert tvey stig frá oddaliðnum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, Fredericia, og hava spælt ein dyst færri enn Fredericia. Eirikur J. Simonsen og liðfelagarnir í Frederikshavn lyftu seg væl frá botninum.

 

Tað er greitt aftaná dystirnar hjá TMS Tønder og Frederikshavn ígjár.

 

Fyrsti málverjin hjá TMS Tønder, Christian Trans stóð ein góðan dyst tá TMS Tønder vann 33-30 (18-14) á Otterup á útivølli. Føroyski málverjin hjá TMS Tønder, Niklas Simonsen sum hevur fingið fitt av spælitíð hetta kappingarárið slapp ikki so nógv framat ígjár, men kann fegnast um at verða partur av oddastríðnum.

 

Eirikur J. Simonsen og liðfelagarnir í Frederikshavn vunnu ein harðvunnan og tepran útisigur 18-17 ímóti Stoholm. Í steðginum var Frederikshavn á odda 11-9, og eitt skiftið var Frederikshavn á odda 15-11, men Stoholm stríddi seg innaftur í dystin. Kortini helt tað hjá Frederikshavn at hála sigurin heim.

 

Eirikur J. Simonsen tók nógv tøk í verjuni hjá Frederikshavn, og tá 43 minuttir vóru farnir fekk hann reyða kortið. Áðrenn hetta hevði hann tó skotið tvey mál fyri Frederikshavn. Sigurin merkir, at Frederikshavn hevur nú seks stig niður til niðurflytingarstrikuna, og var tí talan um ein sera týðandi sigur. 

 

Komandi leygardag tekur Frederikshavn ímóti Ajax. Komandi týskvøld spælir TMS Tønder ímóti Ajax á útivølli.

 

Støðan:

 

1.Fredericia181602528:42832
      
2.Tønder171502526:45030
      
3.Skive181314578:51127
      
4.Odder181026500:49622
      
5.Sydhavsøerne181107488:45522
      
6.Ajax 17926487:47120
      
7.Otterup18918520:50119
      
8.HØJ18729510:51616
      
9.Frederikshavn188010467:48516
      
10.Skæring186111483:50713
      
11.Stoholm186111407:45413
      
12.Randers184212484:55410
      
13.Odense183213467:5098
      
14.Køge181017441:5492

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her