Leita á in.fo

Væl nøgdir føroyskir rógvarar. Standandi frá vinstru: Hávar Patursson, Steinar W. á Tórgarði, Inga Weihe, Sverri Nielsen, Toni R. Dam, Elsa Magnussen og Kem Weihe. Húkandi frá vinstru: Róland Michelsen, Bergur Robert Dam Jensen, Jens Kristian

Neli Heldarskarð 04.02.2017 (20:22)

Føroyingar evropameistarar í inniróðri

Í dag hevur EM í inniróðri verið hildið í franska høvuðsstaðnum, París. Heili 10 føroyskir rógvarar tóku lut í evropameistarakappingini, og ikki kann sigast annað enn, at teir av sonnum skaraðu framúr. Samanlagda heiðursmerkjaúrtøkan gjørdist ikki færri enn níggju heiðursmerki. Fýra gull, tríggjar silvur og tvær bronsur.

 

Best gekk tað hjá teimum trimum føroyingum, ið eru vorðnir evropameistarar. Í aldursbólkinum 50-54 ár í tungvekt var tað Toni R. Dam, sum róði 2000 metrar við tíðini 6.25.2. Ongin stóð honum kurl, og harvið er hann evropameistari í hesum aldursbólkinum.

 

Í opnu tungvektsbólkunum eru tað eisini tveir føroyingar, sum eru teir bestu í Evropa til sína grein. Hjá monnum vann Sverri Nielsen við tíðini 05.47. 9., meðan Elsa Magnussen gjørdist evropameistari hjá kvinnum við tíðini 07.17.8. Tey róðu somuleiðis 2000 metrar.

 

Teimum føroysku rógvarunum verður ynskt hjartaliga til lukku við flottu úrslitunum og nógvu medaljunum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her