Leita á in.fo

Danjal av Rana 10.07.2018 (14:30)

Føroyingar fingu góð úrslit í altjóða skjótikapping

Farna vikuskifti, luttóku 11 føroyskir leirdúgvuskjúttar í altjóða skjótikapping á Amager í Keypmannahavn.

 

Kappingin vardi í tveir dagar. Fyrra dagin bleiv skotið um kvalifikatión til teir ymsu bólkarnar, og seinna dagin, bleiv skotið um at koma í bólkafinalurnar.

 

Tað eydnaðist Marius Joensen úr Sunda Byrsufelag at kvalifisera í elitubólkin og Johnhard Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla at kvalifisera í A-bólkin. Her skuldu teir kappast við skjúttar, sum hava OL og heimsmeistarastøðið, men tá seinastu dúgvurnar skuldu skjótast, vóru teir akkurát ov stuttir at vinna seg í finaluna.

 

Føroyingar fingu tríggjar skjúttar í A-finaluna í skeet, og her eydnaðist tað Jóanis Joensen úr Sunda Byrsufelag, at fáa eitt annað pláss.

 

Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag, hevði ikki ein av sínum bestu døgum fyrra dagin, men seinna dagin vísti hann rættuliga styrki, og endaði við at vinna B finaluna í skeet.

 

Í trap gekk ikki líka gott sum í skeet, ein orsøk til at úrslitini i í trap ikki vóru líka góð, er at kappast bleiv á eini OL-trap breyt, sum ikki finst í Føroyum í dag. Skjúttarnir í trap høvdu tískil ikki havt høvi at venja OL-trap áðrenn kappingina. OL-trap breyt í Føroyum er eitt krav, um tú skal gera teg galdandi uttanfyri Føroyar í trapskjóting í dag.

 

Úrslitini hjá føroyingunum í Copenhagen Grandprix 2018.

 

Skeet – Elitubólkur

12. Marius F. Joensen, Sunda Byrsufelag

 

Skeet – A-bólkur

2. Jóannis Joensen, Sunda Byrsufelag

5. Sámal Debes, Sunda Byrsufelag

6. Jóhann Fløtt, Sunda Byrsufelag

16. Gunnar S. Knudsen, Veiðifelagið Byrsumuli

 

Skeet – B-bólkur

1. Tórur Fløtt, Sunda Byrsufelag

18. Gunnar Joensen, Sunda Byrsufelag

 

Trap – A-bólkur

14. Johnhard Klettheyggj, Veiðifelagið Byrsumúli

 

Trap – B-bólkur

5. Finn Ludvig, Veiðifelagið Byrsumúli

10. Jón Jacobsen, Veiðifelagið Byrsumúli

16. Esmar Joensen, Veiðifelagið Byrsumúli

 

Hálvi føroyingurin Emil Kjeldgaard Petersen, sum í fjør gjørdist junior heimsmeistari, endaði á einum øðrum plássi í elitu bólkinum í skeet.

 

Umleið 110 skjúttar úr Danmark, Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Noregi og Svøríki luttóku í kappingini, og kappingin varð skipað eftir einum leisti, har øll kundu verða við. Yngsti luttakari varð ein 15 ára gomul genta, sum gav royndum elituskjúttum harða kapping.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her