Leita á in.fo

Frá vinstru: Alvi Hjelm, Frans Johannesen og Magnus Jákupsson. Mynd: Svimjing.com

Danjal av Rana 11.07.2018 (18:26)

Føroyingar tilmeldaðir til DM við góðum tíðum

Danska Meistarastevnan á langgeil verður nú hósdagin 12. til og við sunnudagin 15. juli 2018. Á stevnuni fer Alvi Hjelm frá føroyska landsliðnum at luttaka, eins og føroyingarnir Frans Johannesen og Magnus Jákupsson, sum annars svimja fyri Danmark.

 

Heimasíðan svimjing.com hevur hugt eftir startlistunum og sett saman hendan listan við tilmeldingartíðum hjá føroysku svimjarunum og merkt, hvussu góð tíðin er í mun til hinar luttakararnar.

 

Sigast má, at føroysku svimjararnir eru millum medaljukandidatarnar á fleiri teinum.

 

K2, 400 blandað menn, Alvi Hjelm (1996) 4:26.71 (#2 av 8)

K4, 100 frí menn, Frans Johannessen (1992) 52.16 (#13 av 32)

K8, 50 rygg menn, Magnus Jákupsson (1994) 25.84 (#1 av 17)

K14, 400 frí menn, Alvi Hjelm (1996) 4:01.37 (#5 av 20)

K16, 100 firvald menn, Frans Johannessen (1992) 57.44 (#14 av 31)

K22, 50 frí menn, Magnus Jákupsson (1994) 23.22 (#2 av 38)

K26, 200 blandað menn, Frans Johannessen (1992) 2:02.23 (#1 av 20)

K26, 200 blandað menn, Alvi Hjelm (1996) 2:06.15 (#6 av 20)

K34, 200 frí menn, Frans Johannessen (1992) 1:50.01 (#2 av 32)

K38, 100 rygg menn, Magnus Jákupsson (1994) 56.33 (#2 av 17)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her