Leita á in.fo

Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Tór Næs byrja báðir inni fyri ÍBV í íslendsku steypafinaluni. Gunnar Nielsen byrjar inni fyri FH

Heri Simonsen 12.08.2017 (16:10)

Føroyingarnir byrja inni í íslendsku steypafinaluni

Yvir 20 familjulimir og næstringar hjá Jónasi Tór Næs, Kaj Leo í Bartalsstovu, og hjá Gunnari Nielsen eru uppá pláss á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.

 

Klokkan 17 byrjar steypafinalan, ein føroyingauppgerð millum FH, sum hevur Gunnar Nielsen í málinum, og ÍBV, har bæði Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Tór Næs byrja inni, sum eru gleðilig tíðindi fyri mongu landsliðsfjeppararnar, og ikki minst landsliðsvenjaran, Lars Olsen.

 

Íslendska Morgunblaðið boðar frá, at hesir byrja inni í íslendsku steypafinaluni: 

 

FH: Gunnar Nielsen (M), Pétur Viðarsson , Bergsveinn Ólafsson, Steven Lennon, Emil Pálsson, Þórarinn Ingi Valdimarsson, Davíð Þór Viðarsson, Atli Guðnason, Kristján Flóki Finnbogason, Kassim Doumbia, Böðvar Böðvarsson. 

 

ÍBV: Derby Carrillo (M), Matt Garner, David Atkinson, Pablo Punyed, Kaj Leo i Bartalsstovu, Mikkel Maigaard, Sindri Snær Magnússon, Jónas Tór Næs, Brian McLean, Atli Arnarson, Gunnar Heiðar Þorvaldsson. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her