Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 12.01.2019 (11:32)

Føroyingur fyri hálvan føroying á danska landsliðið

Tað verður ein heilur føroyingur, Jóhan á Plógv Hansen, sum loysir av hálva føroyingin á danska hondbóltslandsliðnum, Hans Lindberg.

 

37 ára gamli Hans Lindberg, sum spælir á veinginum hjá danska hondbóltslandsliðnum, er hálvur føroyingur.

 

Hans Lindberg er uppkallaður eftir abba sínum, Hans Lindberg, sum var úr Trongisvági. Hans Lindberg var giftur Alu Lindberg, ið eisini er úr Trongisvági.

 

Tey bæði fluttu til Íslands, Hans undir krígnum og Ala nakað seinni. Tey bæði fingu sjey børn, teirra millum Erling Lindberg, ið fekk íslendska konu. Erling Lindberg fekk tveir synir, Dávid og Hans – og tað er Hans Lindberg, sum vit millum annað hava upplivað í fleiri HM-endaspælinum í hondbólti – eisini í setanardystinum hesaferð millum Danmark og Kili.

 

Erling Lindberg, pápi Hans, hevur mangan verið í Føroyum, og hevur tá búð í Trongisvági hjá familjuni har, eitt nú fastrini Elly Magnussen, ið so er abbasystur hondbóltsleikaran Hans Lindberg.

 

Hans Lindberg var íslendskur ríkisborgari til hann var 18 ára gamal. Tá skifti hann fyri at fáa danska SU, og tí at hann var landsliðsaktuellur til danska ungdómslandsliðið.

 

Hans Ottar Lindberg dugir framvegis íslendska móðirmálið, men hann hevur ongantíð verið í Føroyum.

 

Danmark spælir annan dystin í HM kappingini ímóti Tunesia í Boxen í kvøld klokkan 19:15 føroyska tíð.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her