Leita á in.fo

Tróndur Arge 08.11.2018 (18:10)

Football Leaks: City snýtti við løn til Mancini

Football Leaks, sum javnan avdúkar skjøl úr fótbóltsheiminum, hevur við sínum seinastu avdúkingunum funnist at Manchester City. Týska blaðið, Der Spiegel, hevur fingið seinastu skjølini frá Football Leaks, sum millum annað vísa, at ein venjari hjá Manchester City fekk tvær lønir.

 

Trupulleikin við tí er, at eina lønin er frá Manchester Ciity, sum skal halda seg innanfyri nakrar rammur í Finacial Fair Play reglugerðini, meðan hin er frá einum felagi, ið eigarnir av Manchester City eiga. Hetta fyri at minka um útreiðslurnar hjá Manchester City – og tað er ikki lov.

 

Der Spiegel skrivar, at Roberto Mancini í desember 2009 skrivaði tveir sáttmálar við Manchester City. Ein við sjálvt felagið í Onglandi, sum gav honum eina løn á beint undir 15 milliónir krónur um árið.  Síðani gjørdi hann ein sáttmála við Al-Jazeira SCC, sum hevur samband til eigararnar hjá Manchester City. Her er talan um ein sáttmála, sum ger Roberto Mancini til ráðgeva hjá felagnum. Lønin fyri tað er einki minni enn 18 milliónir krónur um árið.

 

So samanlagt er árslønin yvir 30 milliónir krónur, men bara í mesta lagi 15 milliónir krónur eru útreiðslur hjá Manchester City. Roberto Mancini var venjari í Manchester City í tíðini, tá Gunnar Nielsen spældi í felagnum. Hann vann eisini felagnum fyrsta meistaraheitið í nýggjari tíð, tá felagið á ótrúligan hátt vann 3-2 á QPR í evstu løtu í 2012.

 

Der Spiegel hevur gjørt fýra greinar burturúr skjølum, sum Football Leaks hevur latið teimum. Her verður millum annað avdúkað, hvussu Manchester City og Paris Saint-Germain renna undan FFP-reglugerðini. Hetta er ein av mátunum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her