Leita á in.fo

Silvija Sekacic, sum hevur spælt í bestu bosnisku kvinnudeildini hevur fingið bann fyri lívið at spæla fótbólt í Bosnia aftaná hesa ógerðina

Heri Simonsen 18.05.2017 (14:35)

Fótbóltsspælari fingið bann fyri lívstíð

Silvija Sekacic sleppur ikki aftur at spæla fótbólt í heimlandinum, Bosnia aftaná at hava sligið ein mótstøðuleikara sera ógvusliga og harðliga. Bosniska fótbóltssambandið hevur tikið avgerð um, at Silvija Sekacic skal bannast fyri lívstíð fyri ógerðina. 

 

Silvija Sekacic tók fyrst og sendi mótstøðuleikaran niður í vøllin við einum harðligum slagi, og meðan neyðars mótstøðuleikarin, Adnu Ljubanovic ikki fekk vart seg helt Silvija Sekacic bara áfram at langa henni fleiri sløg. Dómarin og aðrir leikarar komu til fyri at steðga ógerðini.

 

Tilburðurin hendi í einum dysti millum felagið hjá Silviju Sekacic, Zeljeznicar og Mladost í bestu kvinnudeildini í Bosnia. 

 

Silvija Sekacic angraði einki aftaná dystin: - Ja eg fekk reytt kort, men eg megnaði so at buka hana sundur og saman, segði Silvija Sekacic við skelkaði eygnavitni.

 

 - Okkum nýtist ikki at siga annað enn, at slíkur atburður hoyrir ongastaðni heima. Fólk sum Silvija Sekacic hoyra ikki heima í fótbólti, og hava uppiborið at verða útistongd fyri lívið, skrivaði Mladost í einum tíðindaskrivi stutt aftaná dystin millum Zeljeznicar og Mladost.

 

Sama dag kom bosniska fótbóltssambandið við einari fráboðan, har tey nevna ógerðina hjá Silviju Sekacic eitt "álvarsamt lógarbrot". Í somu fráboðan staðfesti bosniska fótbóltssambandið, at Silvija Sekacic sleppur ongantíð at spæla fótbólt í heimlandinum aftur. 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her