Leita á in.fo

HB og AB spæla heimadystir tvær ymiskar klokkutíðir sunnudagin. HB-NSÍ byrjar klokkan 15, og AB-ÍF byrjar klokkan 16.30

Heri Simonsen 14.03.2019 (13:35)

Fótbólturin í Suðurstreymoy sameksisterar eisini í ár

Fótbólturin í besti mansdeildini hevur upplivað nógva nútímansgerðing tá tað kemur til eksponering. Meir enn ein útvarpsrás sigur frá. Rás2 og nú FM1 sigur eisini ofta frá dystum sum liggja "skeivar" klokkutíðir og hevur havt sendingina "Triði Hálvleikur" síðani 2009. KVF ger nógv burturúr at vísa hæddarpunkt longu sama kvøld, bolt.fo hevur eisini givið fótbóltshagtølum eina nýggja dimensjón, og nú streingir Televarpið á við at stroyma dystir í Betrideildini. Jóannes Hansen og aðrir hava eisini tikið nógv tøk her á in.fo við beinleiðis tekstfrásøgn og samanumtøkum aftaná eitt umfar í bestu mansdeildini. 

 

Alt er nútímansgjørt mett í mun til farnu øldina uttan bara klokkutíðin. Har er einki broytt í mun til 20. øld. Sunnudagurin klokkan 15 er næstan sum ein kúgv í India, og er (næstan) ikki til at vika.

 

Undantakið hevur tó verið í Suðurstreymoy tey árini bæði AB, HB og B36 eru partur av bestu mansdeildini. Tá tvey høvuðsstaðarlið hava havt heimadyst sama dag hava tey spælt tvær ymiskar klokkutíðir, so fólk fáa høvið at síggja tveir dystir, og tað hjálpir eisini eksponeringini av føroyskum fótbólti. 

 

Lagt var upp til, at 2. umfar skuldi verða enn eitt trunkaumfar har allir fimm dystirnir vóru spældir í senn, men so verður ikki komandi sunnudag. HB og NSÍ spæla á ovara vølli í Gundadali, og AB og ÍF spæla klokkan 16.30 úti í Vika á Argjum. Dysturin á Argjum hevði byrjað klokkan 17 um dagsljósið hevði loyvt tí. Leygardagin 30. mars verður farið yvir til summartíð, og tá skuldi tann trupuleikin verið loystur.

 

FM1 fer tí komandi sunnudag umframt at siga beinleiðis frá dystunum HB-NSÍ og Víkingur-KÍ, ið byrja klokkan 15 eisini at siga beinleiðis frá seinna hálvleiki av dystinum AB-ÍF. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her