Leita á in.fo

Mynd: SkySports

André Olsen 10.07.2018 (20:55)

Frakland í HM-finaluni

Fyrra hálvfinalan í HM-endaspælinum millum Frakland og Belgia hevur í kvøld verið leikt í russiska býnum, Sankta Pætursborg, har tað altso er greitt, at Frakland hevur spælt seg í HM-finaluna.

 

Frakland vann uppgerðina móti Belgia 1-0 við máli frá verjuleikaranum, Samuel Umtiti, tíðliga í fyrra hálvleiki. Málið kom eftir hornaspark úr høgru síðu, har Samuel Umtiti skallaði bóltin væl inn við fremru stong.

 

Sum heild var talan um eina spennandi uppgerð. Belgia var meira á bóltinum gjøgnum dystin, men samanumtikið var Frakland tað vandamiklara liðið, har fransmenn serliga vóru vandamiklir uppá skjótálop.

 

Sostatt er greitt at Frakland fyri triðju ferð í fronsku fótbóltssøguni hevur spælt seg í HM-finaluna. Frakland kom fyrstu ferð í finaluna fyri 20 árum síðani, tá Frakland á heimavølli vann higartil einasta HM-heitið, sum landið hevur vunnið. Fyri 12 árum síðani kom Frakland eisini í finaluna í Týsklandi, har Fraklandi mátti lúta til Italia í brotssparkskapping.

 

Í annaðkvøld verður greitt, hvat mótstøðuliðið hjá Fraklandi verður í finaluni. Tá bresta Ongland og Kroatia saman. Tann dysturin byrjar klokkan 19:00.

 

Frakland – Belgia 1-0

1-0 Samuel Umtiti, 51. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her