Leita á in.fo

André Olsen 12.06.2018 (23:59)

Frakland og Ongland hava virðismiklastu hóparnar

HM-endaspælið í Russlandi verður hósdagin skotið í gongd, tá Russland og Saudi Arabia bresta saman í sokallaða opningsdystinum í endaspælinum.

 

Í endaspælinum eru 32 lond, sum fara at kappast næstu vikurnar um, hvat land í heiminum er best til at spæla fótbólt.

 

Og útfrá tølunum, ber til at finna ávísar favorittar. Í øllum førum Football Observatory í gjár út við einum áhugaverdum lista um, hvussu virðismiklir teir ymisku hóparnir eru til endaspælið. Har sæst at tey bæði europeisku londini, Frakland og Ongland, hava virðismiklastu hóparnar.

 

Eisini sæst, hvørjir leikarar eru hægst virðismettir. Til HM-endaspælið er Harry Kane tann leikarin, sum verður virðismettur hægst. Harry Kane verður virðismettur til at kosta áleið 1,5 milliard krónur. Síðani koma Neymar og Kylian Mbappé, ið ávikavist vera virðismettir at kosta 1,45 milliard krónur og 1,40 milliard krónur.

 

Nummar fýra á listanum er Lionel Messi. Lionel Messi hevur eitt virði á 1,35 milliard krónur.  Nógv longur afturi á listanum kemur Cristiano Ronaldo. Cristiano Ronaldo verður mettur at hava eitt virði á 760 milliónir krónur.

 

Virðið av hópum til HM-endaspælið:

1.     Frakland – 10,47 milliard krónur.

2.     Ongland – 10,30 milliard krónur.

3.     Brasil – 9,46 milliard krónur.

4.     Spania – 7,17 milliard krónur

5.     Argentina – 6,75 milliard krónur

6.     Týskland – 6,65 milliard krónur

7.     Belgia – 6,21 milliard krónur

8.     Portugal – 4,87 milliard krónur

9.     Uruguay – 3,94 milliard krónur

10. Kroatia – 3,09 milliard krónur

11. Danmark – 2,54 milliard krónur

12. Senegal – 2,38 milliard krónur

13. Serbia – 2,26 milliard krónur

14. Pólland – 2,18 milliard krónur

15. Kolumbia – 2,07 milliard krónur

16. Sveis – 1,82 milliard krónur

17. Egyptaland – 1,72 milliard krónur

18. Nigeria – 1,42 milliard krónur

19. Meksiko – 1,14 milliard krónur

20. Svøríki – 1,13 milliard krónur

21. Marokko – 1,02 milliard krónur

22. Russland – 979 milliónir krónur

23. Suður Korea – 912 milliónir krónur

24. Ísland – 591 milliónir krónur

25. Japan – 456 milliónir krónur

26. Peru – 439 milliónir kronur

27. Australia – 430 milliónir krónur

28. Tunesia – 430 milliónir krónur

29. Kosta Rika – 363 milliónir krónur

30. Iran – 295 milliónir kronur

31. Saudi Arabia - 152 milliónir krónur

32. Panama – 109 milliónir krónur


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her