Framíhjárættur at kunna hýsa altjóða kapping í Føroyum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Formaðurin í flogbóltsssambandinum er glaður fyri at kunna hýsa EM/HM undankapping í Føroyum

 

 


Formaðurin í flogbóltssambandinum er glaður fyri at kunna hýsa altjóða flogbóltskapping í Føroyum

Formaðurin í flogbóltssambandinum er glaður fyri at kunna hýsa altjóða flogbóltskapping í Føroyum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 fyrr í kvøld við formannin í flogbóltsambandinum, Magnus Tausen, sum í hesum døgum er vertur fyri EM/HM undankapping í flogbólti, har mótstøðuliðini eru Írland, Liktinstein og Kýpros. Allir dystirnir verða leiktir í høllini á Hálsi í Havn.

 

Føroyar leikar sín fyrsta dyst ímóti Írlandi kl. 20,00 mánadagin 23. mai, og næsti dystur verður ímóti Liktinsten týsdagin 24. mai eisini kl. 20,00.

 

Mett verður, at hesir báðir fyrstu dystirnir eru teir, sum føroyska liðið skal vinna, um møguleiki skal vera at koma víðari til annað umfar í EM-kappingini, tí tvey tey fremstu liðini í bólkinum vinna sær rættindi til hetta.

 

Um komast skal víðari í HM kappingini so er eisini neyðugt, at liðið vinnur dystin mikukvøldið 25. mai ímóti Kýpros, tí í HM-kappingini er tað bert vinnandi liðið, sum kemur víðari. Kýpros hevur annars vunnið kappingina fyri smátjóðir tey nógvu seinastu árini. Føroyska kvinnulandsliðið spældi ímóti Kýpros í mai í 2015, og tá gjørdist úrslitið 3-2 til Kýpros.

 

Magnus Tausen sigur, at tað er ein framíhjárættur at kunna hýsa einari altjóða kapping í Føroyum, men hann heldur samstundis, at tað er ov sjáldan, at tað eru altjóða kappingar í flogbólti her á landi.

 

Hæddin og víddin í høllini á Hálsi í Havn hevur gjørt sítt til, at tað hevur riðið um snarið at fáa undankappingina til Føroya, tí altjóða flogbóltssambandið setir vanliga rættiliga stór krøv til hesi viðurskifti.

 

Magnus Tausen heldur, at Føroyar hava eitt søguliga sterkt kvinnulandslið, og vónirnar eru tí góðar. Formaðurin í flogbóltssambandinum vónar, at fólk í stórum tali fara at møta upp og stuðla føroyska liðnum.

 

Til ber at ogna sær atgongumerki fyri kr. 150,00, sum er galdandi fyri allar dagarnar, og harumframt verður eisini møguligt at keypa dagatgongumerki fyri kr. 100,00.