Leita á in.fo

Tróndur Arge 13.06.2018 (07:03)

Fríðin: Salah floppar til HM

Í samband við at HM endaspælið í Russlandi byrjar hósdagin, so fara vit á in.fo at spyrja fólk um HM-endaspælið. Fyrstur at svara er starvsnevndarlimurin í Fótbóltssambandinum, klaksvíkingurin Fríðin Ziskason. 

 

In.fo: Hvørjum heldur tú við til HM og hví?

Fríðin: Eg haldi við Argentina , eftir HM í 1982, og HM 1986 við Diego Mardadona. Eg havi altíð hildið við teimum. Nú er Lionel Messi eisini ein fyrimynd.

 

Hvussu fert tú at fylgja við HM?

Eg farið til HM-endaspælið í Russlandi. Eg fari at síggja tríggjar dystir. Restina av dystunum má eg síggja í sjónvarpinum. So nógv sum til ber.

 

Hvør væntar tú vinnur HM?

Argentina!

 

Hvat HM endaspæl minnist tú best og hví?

So er tað Meksiko 1986, tá Diego Maradona vann HM einsamallur.

 

Hvørjum spælara væntar tú tær mest av?

Lionel Messi

 

Hvør spælari og hvat fyri land væntar tú floppar?

Um Mohamed Salah er við, so vænti eg at hann floppar. Eg vænti eisini, at Ísland floppar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her