FSF: Genturnar til Danmark og Litava

Lutakast hevur verið til EM undankappingar bólkarnar hjá U17 og U19

Nú er greitt, at U17- og U19-landsliðini við gentum komandi ár skulu til innleiðandi EM-undankapping í ávikavist Danmark og Litava.

 

Lutakast um, hvussu spælast skal í innleiðandi EM-undankappingunum hjá U17- og U19-landsliðunum við gentum komandi ár, varð fríggjadagin avgreitt í Nyon í Sveis.

 

U17-genturnar skulu til Danmarkar í oktober, og umframt Danmark og Føroyar, vera Kekkia og Ukraina eisini við í kappingini, sum verður spæld frá 15. til 21. oktober. U19-genturnar komu í bólk saman við Litava, Ukraina og Írland. Kappingini verður í Litava frá 2. til 8. oktober.