Tróndur Arge 09.10.2018 (13:09)
FSF Varpið: Viljormur vil vinna
Undan venjingini á Tórsvølli fyrrapartin týsdagin fekk FSF Varpið orðið á Viljorm Davidsen, sum ógvuliga fegin vil vinna móti Aserbadjan
Síggja FSF Varpið við at trýsta á pílin á myndini
Klokkan 19:45 komandi hósdag skal føroyska A-landsliðið við monnum spæla triðja dystin í UEFA Nations League. Hópurin kom saman mánadagin, og í fyrsta umfari er fult fokus á fyrireikingarnar á dystin móti Aserbadjan, áðrenn vit sunnudagin skulu takast við Kosovo.
Undan venjingini fyrrapartin týsdagin fekk FSF Varpið orðið á Viljormur Davidsen, sum ætlar sær øll trý stigini hósdagin, og aftur trý stig sunnudagin. Viljormur greiður eisini frá tí sum hendi í umklæðingarrúminum beint aftaná reyða kortið, sum hann fekk í seinasta Superligadystinum fyri Vejle.
Atgongumerki kunnu keypast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, FSF.fo. Í løtuni eru umleið 500 atgongumerki eftir til dystin móti Aserbadjan. Pláss er fyri 3.500 áskoðarum kring vøllin.
Viljormur Davidsen í samrøðu við FSF Varpið - Mynd: FSF.fo
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
Liverpool er í stórum trupulleikum |
|
Elia Enghamar maskottur á Anfield |
|
Sonni fingið nýtt starv |
|
Hevur lykilin í egnum hondum |
|
Ronaldo fall í Madrid |
|
Ronaldo aftur í Madrid |
|
EM-kvinnur: Her er lutakastið |
|
Manchester City keypt kinesiskt fótbóltsfelag |
|
Jürgen Klopp fingið stóra bót |
|
Europa League: Hesi liðini eru víðari |
|
Torkil droymir um Tour de France |
|
Kjartan og Jónas vunnu útsettan dyst |
|
Nógvar stjørnur men einki mál |
|