Leita á in.fo

Tróndur Arge 13.06.2018 (02:13)

FSF vil hava HM 2026 til Norðuramerika

Á aðalfundi hjá FIFA, sum verður í Moskva í dag, skulu limalondini millum annað atkvøða um, hvør skal vera vertur fyri HM-endaspælinum í 2026. FSF fer at atkvøða fyri felagsboðnum hjá USA, Kanada og Meksiko, heldur enn Marokko.

 

Les eisini: HM 2026 í Amerika ella Marokko

 

Undanfarin ár hevur tað verið soleiðis, at ein nevnd í FIFA hevur avgjørt, hvør skal hýsa endaspølum, men hetta er nú broytt. Á aðalfundinum hjá FIFA, sum verður í Moskva í dag, skulu limalondini gera av, hvør skal vera vertur fyri endaspælinum um átta ár.

 

Í felag hava USA, Meksiko og Kanada bjóða seg fram at vera HM-vertir í 2026, og tað sama hevur Marokko. Føroyska atkvøðan fer til tey trý londini, ið ynskja at fara saman um endaspælið.

 

- Verkætlanin hjá USA, Kanada og Meksiko sær ógvuliga spennandi út. Hesi londini hava so gott sum allar vøllir klárar í dag, sum verður kravt til eitt endaspæl, og fíggjarliga sær tað eisini gott út, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroyar, við FSF.fo.

 

HM-endaspælið í Russlandi verður sparkað í gongd hósdagin 14. juni. Fyrsti dystur verður millum Russland og Saudiarabia.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her