Fuglfirðingar tóku ikki av

1. DEILD: Væl upplagdir sandoyingar hava gott tak á ÍF, sum er á veg um Skopunarfjørð við tapi

Tijani Mohammed leggur tíðliga í seinna hálvleiki B71 á odda 2-0. Mynd: B71

Aftur og aftur hevur verið nevnt, tá ið støðan í næstbestu deildini er gjørd upp, at B71 og ÍF áttu útsettan dyst, sum var ásettur at vera týskvøldið 6. september.

 

Leygardagin varð víst á, at nú var støðan soleiðis í toppinum, at ÍF við sigri á Sandi í kvøld fór at flyta upp á fremsta plássið – frammanfyri TB.

 

Í kvøld hava fuglfirðingar verið á Sandi, og nú teir eru á veg til hús aftur, eru teir framvegis næstfremst. Teir hava einki stig við sær um fjørðin. Sandoyingar vunnu 3-1 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki. Eitt skifti var B71 frammanfyri 3-0, áðrenn Dánjal á Lakjuni 20 minuttir fyri dystarlok minkaði um munin til 3-1.

 

Úrslitið er staðfesting av, at B71 stendur seg væl ímóti ÍF. Í 8. umfari endaði tað 2-2, tá ið B71 var í Fuglafirði. Í síðsta umfari fer ÍF aftur at fáa vitjan av B71.

 

Alvi Jespersen átti uppleggið, tá ið Jónas Warner setti hol á. Tá var eitt stórt korter farið, og hetta var áttanda málið hjá Jónasi Warner í ár. Seks minuttir eftir steðgin umsetti Tijani Mohammed brotsspark til 2-0. Hetta var fimta málið hjá honum í ár, og miðskeiðis í seinna hálvleiki átti Jónas Warner uppleggið, tá ið Jovanni Garcia økti um munin til 3-0. Hetta var áttanda málið hjá honum í ár, og hann og Jónas Warner eru B71 toppskorarar.

 

Tølini siga, at heimaliðið hevði fleiri royndir á og framvið mótstøðumálinum, enn fuglfirðingar høvdu.

 

B71 hevur nú 34 stig og er á sætta plássi við sama stigatali, sum KÍ hevur. Leygardagin hittast KÍ og B71 í Klaksvík.

 

ÍF er næstfremst við 49 stigum – eitt stig aftanfyri TB. Leygardagin fær ÍF vitjan av grannunum í Víkingi.

 

               

 

Tijani Mohammed leggur tíðliga í seinna hálvleiki B71 á odda 2-0. Mynd: B71