Leita á in.fo

André Olsen 12.06.2018 (16:34)

Føroyar hava fingið fyrsta málið

Føroyska kvinnulandsliðið spælir í dag HM-undankappingardyst móti Kekkia á útivølli, sum byrjar klokkan 16:30.

 

Í mun til dystin móti Slovenia fyri fimm døgum síðani, hevur føroyski venjarin, Pætur Smith Clementsen, gjørt fýra broytingar til dystin í kvøld.

 

Les eisini: Fýra broytingar á føroyska liðnum

 

Til ber at síggja dystin við at trýsta á her.

 

In.fo fylgir kvinnudystinum beinleiðis:

 

Kekkia - Føroyar 4-1

1-0 Katerina Svitkova, 13.

2-0 Lucie Martinkova, 52.

3-0 Lucie Vonkova, 63.

4-0 Antonie Starova, 75.

4-1 Milja Simonsen, 89.

 

LIÐUGT: So bríkslaði grikski dómarin fyri seinastu ferð, og dysturin í Kekkia millum Kekkia og Føroyar er nú liðugur. Endaliga støðan var, at Kekkia vann dystin 4-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til Kekkia. Fyri føroysku kvinnurnar var talan um besta úrslitið í undankappingini higartil, og eisini var málið hjá Milju Simonsen tað fyrsta føroyska í hesari undankappingini.

 

MÁÁL, 4-1 til Kekkia, Milja Simonsen, 89 minuttir: So bragdaði fyri fyrstu ferð hesa undankappingina hjá føroyska liðnum at fáa mál. Tað var innskifta Milja Simonsen úr HB, sum minkaði um munin fyri Føroyar til 4-1. Málið kom eftir eina góða avlevering frá miðjum vølli, har Milja Simonsen var send avstað. Milja Simonsen rann frá kekkisku verjuni og setti bóltin trygt í netið, soleiðis at støðan nú er 4-1.

 

84 min: So var nær við, at Føroyar fingu sítt fyrsta mál í undankappingini higartil. Milja Simonsen var nær við at renna frá kekkisku verjuni, men í evstu løtu kom ein kekkiskur verjuleikari ímillum og bjargaði støðuni.

 

80 min: Nú var um reppið, at ein frísparkskombinatión hjá Kekkia riggaði, sum kundi gjørt tað til 5-0. Men tann kekkiska kvinnan, ið skuldi skjóta avgerandi skotið, traff ikki bóltin í skotstøðuni.

 

77 min: Milja Simonsen royndi seg nú við góðum skotið, sum fór omanfyri kekkiska málið.

 

MÁÁL, 4-0 til Kekkia, 75 minuttir: So er støðan 4-0 til Kekkia. Málið kom eftir uppspæl úr vinstru síðu hjá Kekkia, har vinstri miðvallarin var góður til at halda uppá bóltin og at geva pláss til vinstra bakkin, sum var komin framvið. Vinstri bakkurin smekkaði bóltin uppá mál, tá møguleikin var til staðar, og Anna Súnadóttir Hansen í føroyska málinum, var prísgivin.

 

74 min: Føroyar hava gjørt sína triðja og seinastu broyting. Jacoba Langgaard úr ÍF/Víkingi er komin á vøllin fyri Arnborg Lervig - somuleiðis úr ÍF/Víkingi.

 

69 min: So hava Føroyar gjørt sína næstu broyting í dystinum. Eyðvør Klakstein úr KÍ er komin á vøllin fyri Margunn Lindholm úr EB/Streymi/Skála.

 

MÁÁL, 3-0 til Kekkia, 63 minuttir: So var aftur mál í Kekkia, har heimaliðið, Kekkia nú hevur lagt seg á odda 3-0. Málið kom eftir gott kekkiskt álop, har uppspælið byrjaði heilt afturi frá málverjanum. Álopið endaði við, at kekkiski áleyparin, Lucie Vonkova, fekk sett bóltin í netið.

 

55 min: Føroyski venjarin, Pætur Smith Clementsen, hevur gjørt eina broyting. Inn er komin Milja Simonsen úr HB, sum hevur avloyst Olgu Kristinu Hansen, sum dagliga spælir fyri Østerbro í Danmark.

 

MÁÁL, 2-0 til Kekkia, 52 minuttir: So er støðan í Kekkia 2-0 til heimaliðið, Kekkia. Málið kom eftir eitt heldur keðiligt tíðspunkt, har Føroyar leikliga høvdu verið væl við. Tað var nummar 7, Lucie Martinkova, ið skoraði 2-0 málið fyri Kekkia.

 

50 min: Byrjanin uppá seinna hálvleik hevur verið góð, har tað hevur verið Føroyar sum hevur verið meira á bóltinum higartil. Eina ferð var um reppið at ein støða gjørdist vandamikil, tá Føroyar sluppu til innlegg úr høgru síðu. Men bólturin ferðaðist framvið øllum inni í feltinum.

 

45 min, hálvleikur: Nú er hálvleikur í Kekkia, har hálvleiksstøðan er 1-0 til Kekkia. Í mun til hálvleiksstøðuna móti Kekkia seinast, er týðulig framgongd hjá Føroyum. Tá førdi Kekkia 6-0 í hálvleikinum. Kekkia hevur sum heild verið vandamiklari enn Føroyar í dystinum í dag, og sitið meira á spælinum, men føroysku leikararnar hava vart framúr væl í fyrra hálvleik.

 

40 min: Støðan í Kekkia er framvegis tann sama, at heimaliðið er á odda við 1-0. Tað er eingin ivi um, at Kekkia leikliga er tað betra liðið í dag, men føroyska liðið arbeiðir framúr væl. Og tað sæst heilt týðulig framgongd á føroyska liðnum í mun til fyrstu dystirnar í undankappingini.

 

30 min: Hóast Kekkia er á odda, hevur føroyska liðið roynt seg væl fyrsta hálva tíman. Føroyska liðið stendur væl í verjustøðu, har fáir stórir málmøguleikar vera givnir burtur, og so er eisini týðuligt at føroysku kvinnurnar eru blivnar betri á bóltinum ígjøgnum hesa undankappingina.

 

20 min: Hóast kekkisku kvinnurnar eru omaná leikliga, bíta føroysku kvinnurnar eisini frá sær. Nú royndi Heidi Sevdal seg við góðum skotið, sum fór beint omanfyri kekkiska málið.

 

MÁÁL, 1-0 til Kekkia, 13 minuttir: So hevur Kekkia lagt seg á odda 1-0. Málið kom eftir beinleiðis fríspark frá áleið 30 metrum útifrá. Tað var nummar 10, Katerina Svitkova, ið skoraði málið fyri Kekkia.

 

8 min: Tað er Kekkia, sum er meira á bóltinum higartil, men føroysku kvinnurnar hava verið raskar at vart fyri, soleiðis at tað ongantíð er vorðið vandamikið. Higartil hevur Kekkia bert verið vandamikið uppá hornaspørk og eitt einstakt langskot.

 

4 min: Fyrsta løtan hevur verið friðarlig, og einki mál er komið. Higartil er støðan 0-0. 

 

Føroyska uppstillingin: Anna S. Hansen, Birita Bergsdóttir Nielsen, Birna Tummasardóttir Mikkelsen, Lív Finnbogadóttir Arge, Arnborg Lervig, Heidi Sevdal, Ásla Johannesen, Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal, Margunn Lindholm og Rebekka Eschen Danielsen.

 

Eykaleikarar: Jóna Nicolajsen, Eyðvør Klakstein, Rannvá Biskopstø Andreasen, Milja Reinert Simonsen, Katrin Akursmørk, Sara Samson Lamhauge og Jacoba Langgaard.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her