Leita á in.fo

Mynd: (Álvur Haraldsen) Bárður J. Hansen í dysti móti B36

Tróndur Arge 13.09.2018 (14:54)

Fýra NSÍ ara leingja sáttmálan

NSÍ hevur á heimasíðuni boðað frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Bárð J. Hansen, Pætur Hentze, Petur Knudsen og Tórð Thomsen.

 

Bárður Jógvansson Hansen hevur gjørt sáttmála til 2020. Tað vil siga, at hann spælir komandi hálva triðja árið við NSÍ. - Bárður er ein týðandi partur av NSÍ-hópinum, ið vónandi enn einaferð tryggjar sær luttøku í Evropa næsta ár. Ætlanin komandi tvey árini er at koma víðari í Evropa, og hartil at vinna felagnum fleiri heiðursmerki, sigur Eyðstein Skipanes, ítróttarstjóri í felagnum.

 

NSÍ hevur eisini longt sáttmálan við Pætur Hentze, sum í ár hevur vunnið sær fast pláss á liðnum. Hann hevur somuleiðis gjørt sáttmála frma til 2020. - Pætur Hentze er veruliga komin brestandi inn á pallin í bestu føroysku deildini. 18-ára gamli runavíkingurin kann spæla á báðum bakkplássunum, og hevur hann í ár veruliga bitið seg fastan á besta liðið hjá NSÍ, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

 

Eisini hevur felagið longt við eitt av stóru stjørnuskotunum í føroyskum fótbólti. Talan er um U21-landsliðsspælaran, Petur Knudsen. Tað er ikki upplýst hvussu langur sáttmálin er. - Neyvan gongur long tíð inntil hann er ímillum A-landsliðshópin. Petur hevur avgjørt evnini og viljan til tað, og er ongin ivu um at hann er eitt tað stórsta talenti í føroyskum fótbólti í løtuni, skrivar heimasíðan hjá NSÍ.

 

Eisini málverjin, Tórður Thomsen, hevur gjørt nýggjan sáttmála fram til 2020. Royndi málverjin skifti til NSÍ stutt fyri kappingarbyrjan, og hevur síðani staðið fast í mál hjá besta liðnum, eftir at Símun Rógvi Hansen bleiv langtíðarskaddur.

 

NSÍ liggur í løtuni á triðja plássi í landskappingini.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her