Fyrrverandi venjari aftur til TB

Hartil eru fleiri útlendskir spælarar á veg

Bolt.fo skrivar, at serbiski Zoran Pavlovic verður nýggjur venjari hjá TB. Zoran Pavlovic, sum er pápi KÍ-miðverjan Deni Pavlovic, var eitt skifti í 1998 eisini venjari hjá júst TB.

 

Bolt.fo skrivar víðari at helst verður upp til tríggir útlendskir spælarar á veg til felagið. Talan er um ein spælara í hvørja rekkju, frá verjuni og fram til álopið. TB hevur longu gjørt sáttmála við væl lýdda málverjan frá í ár, Milos Budakovic.

 

Tað er greitt at spælarar sum Dennis Nielsen og Ibrahim Arifovic ikki halda fram í felagnum, meðan Salmundur Bech hevur verið í samráðingum við HB. TB hevur fyrr boðað frá, at felagið er í holt við at gera fleiri sáttmálar.