Leita á in.fo

Tróndur Arge 16.04.2018 (15:35)

Fyrsta málið í trý ár

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, ber til at lesa um Trónd Jensen og HB, ið vunnu 2-1 á NSÍ um vikuskiftið. Miðvallarin avgjørdi dystin við fyrsta málinum í trý ár. Spælarametingar og samrøða við Trónd Jensen í Sosialinum í dag. Les eisini alt um 6. umfar í landskappingini.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Í blaðnum hesa ferð ber eisini til at lesa alt um FM finalurnar í flogbólti. ÍtróttarSosialurin var á staðnum, tá kvinnurnar hjá Fleyr og menninir hjá ÍF vunnu FM í flogbólti.

 

Les eisini um óhepnu Mariannu Holm Jacobsen, sum aftur hevur fingið ein drúgvan skaða í knæið. Hon hevur fyrr skift bæði krossbondini í knænum.

 

- Tað er ringt at skula hugsa um at gevast at spæla, tá tú ert 22 ár og kundi hugsað tær at spælt í 15 ár afturat, sigur stórskjúttin hjá VÍF, sum ikki verður við til FM finalurnar hesa vikuna.

 

Í blaðnum er eisini “Liðið hesa vikuna” hjá ÍtróttarSosialinum, har millum annað AB hevur tveir spælarar á liðnum.

 

Les eisini ummælið av filminum “I, Tonya”, sum er um Tonyu Harding, sum bleiv heimskend fyri eina hending, heldur enn hennara góðu eginleikar sum listaskoytari. Les eisini klummuna um eyðmýkjandi veruleikan, at vit mugu spæla okkara landsdystir í hondbólti á útivølli.

 

Les eisini stuttsøgd ítróttartíðindi og royn quzzina.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her