Leita á in.fo

Bibiana Steinhaus verður fyrsti kvinnuligi dómarin í týsku Bundesliguni

Heri Simonsen 19.05.2017 (17:55)

Fyrsti kvinnuligi dómarin í bundesliguni

Týska fótbóltssambandið, DFB hevur boðað frá, at tað verða fýra nýggjir fótbóltsdómarar í bestu týsku fótbóltsdeildini, Bundesliguni komandi kappingarár.

 

Tað serliga er, at 38 ára gamla løgreglukvinnan, Bibiana Steinhaus úr Hannover er millum teir fýra nýggju dómararnir, sum skulu døma í Bundesliguni komandi kappingarár. Bibiana Steinhaus skrivar søgu, tá hon dømir sín fyrsta dysti, tí tá verður hon tann fyrsti kvinnuliga fótbóltsdómarin nakrantíð, sum dømir í bestu týsku Bundesliguni. 

 

Bibiana Steinhaus fekk boðini mikukvøldið: - Eg gjørdist púra málleys, greiðir hon frá í viðtalu við heimasíðuna hjá týska fótbóltssambandinum. Bibiana Steinhaus, sum hevur dømt dystir í 2. Bundesligu (næstbestu deildini) ígjøgnum seks ár trúði næstan ikki boðunum. Bibiana Steinhaus greiðir frá, at nógvar kenslur fóru ígjøgnum hana. Hon greiðir frá, at tað altíð hevur verið hennara stóri dreymur at sleppa at døma í bestu mansdeildini í Týsklandi: - Tað fyllir meg við stórari gleði, at hesin dreymurin nú er gingin út, greiðir ein fegin Bibiana Steinhaus frá. 

 

Bibiana Steinhaus sigur, at hetta er ein viðurkenning fyri hennara harða arbeiðið, og hetta eggjar hana til framvegis at arbeiða hart. 

 

Komandi summar skal Bibiana Steinhaus døma í EM-endaspælinum fyri kvinnulandslið, sum verður í Niðurlondum. 

 

Bibiana Steinhaus er sostatt FIFA-dómari, og tí er møguleikin eisini til staðar, at vit fara at síggja hana døma ein undankappingardyst á Tórsvølli einaferð í framtíðini. 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her