Leita á in.fo

Heðin Stenberg sæst her í dystinum ímóti KÍ norðuri í Klaksvík 8. apríl

Heri Simonsen 15.04.2018 (21:00)

Fyrsti sigurin í ár er sera kærkomin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við liðskiparan og málverjan hjá AB, Heðin Stenberg, ið saman við liðfeløgunum vann fyrsta sigurin hjá AB í Betrideildini í ár, tá AB vann 1-0 á Suðringum við Stórá í Trongisvági.

 

Sigurin er sera kærkomin hjá argjamonnum, tí tað er ikki minst í innanhýsis botnuppgerðinum at stigini mugu koma til høldar.

 

Heðin Stenberg stórfegnast um avrikið og sigurin, men samstundis gloymir hann ikki at rósa TB/FCS/Royn, ið hann heldur veruliga spælir fótbólt í ár, og tað heldur hann er jaligt. 

 

Samrøðan Rás2 gjørdi við Stefan Radosavljevic hjá TB/FCS/Royn hoyrist HER


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her