Leita á in.fo

Páll Klettskarð hevði besta møguleikan hjá KÍ í dystinum ímóti Skála, men hann rakti stongina

Heri Simonsen 15.04.2018 (19:25)

Fyrsti stigamissurin er vónbrot fyri KÍ

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við áleyparan hjá KÍ, Páll Klettskarð, ið saman við liðfeløgunum í KÍ misti tey fyrstu stigini í landskappingini í ár, tá KÍ spældi javnleik 0-0 ímóti Skála á Útivølli. Leggjast skal tó aftrat, at KÍ hevur spælt fimm av seks dystum higartil á útivølli.

 

Páll Klettskarð staðfestir, at talan er um eitt vónbrot at spæla málleysan javnleik ímóti Skála, og hann iðrar seg eisini um, at hann ikki fekk skorað tá hann rakti stongina hjá Skála.

 

Leikliga heldur Páll Klettskarð, at spælið hjá KÍ var á einari leið, og hann heldur, at teir skaptu nóg mikið til at vinna dystin, men tað eydnaðist ikki. 

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Brian Jacobsen hjá Skála hoyrist HER

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her