Leita á in.fo

Her eru u10 genturnar hjá VÍF saman við norska venjaranum Fredrik Wollan

Danjal av Rana 12.03.2018 (14:53)

Fyrstu FM-vinnararnir funnir

Hondbóltsárið 2017/18 er farið at halla og um vikuskiftið vórðu fyrstu FM-vinnararnir funnir í ungdómsdeildunum.

 

Gentur 10 hjá VÍF kunnu longu kalla seg føroyameistarar, hóast kappingarárið fyri teirra viðkomandi ikki endar fyrr enn 24. mars. Genturnar úr Vestmanna hava fult stigatal eftir 21 dystir og eru seks stig frammanfyri Kyndil á øðrum plássi. H71a er nummar trý, átta stig aftanfyri Kyndil.

 

H71 er føroyameistari hjá gentum 18 við bara einum mistum stigi hetta kappingarárið. Gentur 18-bólkurin, sum í ár hevur verið skipaður sum ein dagskapping við fleiri dystum upp á ein dag, spældi seinastu kappingina leygardagin. Neistin gjørdist nummar tvey og Stjørnan nummar trý.

 

Fyrstu føroyameistararnir vunnu eisini Faxe Kondi-kappingina og eru harvið greipuvinnarar.

 

FM-vinnararnir í hinum ungdómsdeildunum verða funnir 24. mars og 7. apríl.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her