Gamal kenningur til B36

B36 hevur funnið mannin, sum skal skjóta málini

Norðlýsið skirvar í dag, at 27 ára gamli Philip Lund skiftir til B36. Sum skilst, so kemur hann til landið i morgin skrivar undir. Hann spældi í seinnu hálvu av 2015 vi felagnum.

 

Tá royndist hann væl og passaði væl inn í tekniska spælið saman við eitt nú Lukasz Cieslewicz. Tað er nakað síðani, at tað gjørdist greitt, at Sebastian Pingel ikki heldur fram í árstalsfelagnum. Hann verður nú avloystur av landsmanninum, sum síðani 2015 hevur spælt í Malaysia og Norra.

 

Tað hoyrist eisini, at B36 royndi at fáa René Shaki Joensen til felagið. Hann var somuleiðis í samráðingum við HB, men valdi at enda at halda fram í Vendsyssel.

 

B36 hevur fingið tilgongd av Patrik Johannesen frá AB og Christian R. Mouritsen úr HB, meðan Sebastian Pingel, Jónas Tór Næs, Jákup á Borg og Hanus Thorleifsson spæla ikki við felagnum komandi kappingarár.