Gary Anderson aftur heimsmeistari

Dart: Hóast hann roknaði skeivt og illa nokk sær bullseye, so er Gary Anderson tvífaldur heimsmeistari í dart

Gary Anderson vann í kvøld PDC heimsmeistaraheitið í dart. Hann vann 7-5 á Adrian Lewis í Alexandra Palace í London.

 

Les eisini:Heimsmeistarin er flúgvandi

 

Gary Anderson sær so mikið illa, at hann illa klárar at síggja bullseye, men tað hevur ikki steðga vinnaranum frá í fjør, at endurtaka bragdið. Skotin hevði eisini trupulleikar við rokningini, tá tað tvær ferðir roknaði skeivt, tá hann sendi pílarnar avstað.

 

Les eisini:Barney stóð aftur fyri undirhaldinum

 

Onglendingurin Adrian Lewis hevði eisini sínar trupulleikar at stríðast við í dystinum. Upp til fleiri ferðir stóðu pílarnir ikki fastir í talvuni. Tað kostaði dýrt og Adrian bleiv fleiri ferðir sjónliga argur um tað.

 

Les eisini:Legendan fall

 

Gary Anderson hevur annað árið á rað vunnið PDC heimsmeistaraheitið.

 

PDC HM finalan:

Gary Anderson – Adrian Lewis 7-5