Gary Anderson vann í kvøld PDC heimsmeistaraheitið í dart. Hann vann 7-5 á Adrian Lewis í Alexandra Palace í London.
Les eisini:Heimsmeistarin er flúgvandi
Gary Anderson sær so mikið illa, at hann illa klárar at síggja bullseye, men tað hevur ikki steðga vinnaranum frá í fjør, at endurtaka bragdið. Skotin hevði eisini trupulleikar við rokningini, tá tað tvær ferðir roknaði skeivt, tá hann sendi pílarnar avstað.
Les eisini:Barney stóð aftur fyri undirhaldinum
Onglendingurin Adrian Lewis hevði eisini sínar trupulleikar at stríðast við í dystinum. Upp til fleiri ferðir stóðu pílarnir ikki fastir í talvuni. Tað kostaði dýrt og Adrian bleiv fleiri ferðir sjónliga argur um tað.
Les eisini:Legendan fall
Gary Anderson hevur annað árið á rað vunnið PDC heimsmeistaraheitið.
PDC HM finalan:
Gary Anderson – Adrian Lewis 7-5