Gentur 17: Fantastisk steypafinala

Tað skuldi umdystur til fyri at avgera finaluna millum H71 og Stjørnuna

Er steypafinalan hjá gentum 17 nakað meta útfrá, so hevur kvinnuhondbóltur í Føroyum nógv gott í væntu. Finalan, sum var millum H71 og Stjørnuna, endaði við 26-23 sigri til H71 eftir umdyst.

 

Stjørnan var bara nøkur heilt fá sekund frá at vinna finaluna, tá Tóra Eliasen skorði til 19-18. H71 gav bóltin og so tók Marita Mortensen yvir. Hon setti ferð á og rendi bóltin í málið til 19-19. Tað útloysti umdyst á tvær ferðir fimm minuttir.

 

Her hevði H71 munin frá byrjan. Hóast Stjørnan mundi fingið spenning í til seinast, so koppaðu lyklastøður skeivan veg fyri klaksvíksgenturnar. Tær kunnu ugga seg við, at Tóra Eliasen bleiv vald til dagsins spælara.

 

Tað mundi standa millum hana og Maritu Mortensen úr H71. Seinnnevnda varð dystaravgerandi í sínum spælið, meðan Tóra Eliasen í størri mun var einstaklingurin á liðnum hjá Stjørnuni. Bæði liðini hava rós uppiborið fyri eina framúr spennandi og ferðmikla steypafinalu.

 

Steypafinalan gentur 17:

H71 – Stjørnan 19-19 (26-23 eftir umdyst)