Leita á in.fo

Tróndur Arge 09.08.2017 (18:31)

Gera gjøldur við Gunnari Nielsen

Skemtisíðan - 442oons – sum javnan ger skemtiteknirøðir um akutellar hendingar í fótbóltsheiminum, hevur nú eisini teknað Gunnar Nielsen. Synd at siga, at tað er brúkt nógv tíð upp á landsliðsmálverjan hjá okkum, men tey flestu munnu minnast hendingina.

 

Brotið sæst við at trýsta á pílin á myndini (1:20)

 

442oons hevur tilgjørt tíggju útsagnir hjá Zlatan Ibrahimovic til hendingar, sum svenski áleyparin hevur verið partur av. Ein av hendingunum er frá landsdystinum á Friends Arena, tá Svøríki í 2013 vann 2-0 á Føroyum.

 

Miðskieðis í seinna hálvleiki tveitti hann bóltin í andlitið á Gunnari Nielsen, meðan dómarin stóð hjá. Hendingin hevur javnan verið at sæð, tá sjónbandabrot eru gjørd um Zlatan Ibrahimovic og hansara atburð.

 

Í hermingini verður Zlatan Ibrahimovic siteraður fyri at siga: “Hann hoppaði í bóltin”. Meðan Zlatan Ibrahimovic er at kenna aftur við síni spísku nøs og eyðkenda hárið, so mugu vit nokk staðfesta, at Gunnari Nielsen er nakað verri at kenna aftur. Hann hevur ljóst hár og er í grønari troyggju, men andlitinum hava teir ikki gjørt sær ómak við.