Leita á in.fo

Hoyr prátið André Olsen gjørdi í SportBoxini við Bjarna Zachariassen, kurvabóltsspælara hjá felagnum, Ravnur á Toftum

Heri Simonsen 19.05.2017 (15:25)

Gera klárt til FM-finaluna ímóti Sporðdrekanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið André Olsen hevði í sendingini SportBoxin við Bjarna Zachariassen frá kurvabóltsfelagnum á Toftum, sum eitur Ravnur.

 

Prátið hjá Bjarna Zachariassen snúði seg um vónirnar hjá Ravni áðrenn FM-finaluna ímóti Sporðdrekanum, sum verður í Hoyvíkshøllini í morgin.

 

Eisini numu André og Bjarni við vónirnar hjá føroyska kurvabóltslandsliðnum fyri einum líkinda úrsliti á oyggjaleikunum, sum verða í Gotlandi. Føroyska kurvabóltslandsliðið kappaðist á fyrsta sinni á oyggjaleikunum á Jersey fyri tveimum árum síðani. Tá taptu Føroyar allar dystirnar, men Bjarni Zachariassen er vísur í, at tað fer at gangast munandi betur hesaferð.