Leita á in.fo

Hóast 0-1 tapið ímóti Víkingi, so heldur Anders Gerber ikki, at talan var um nakað slakt avrik hjá NSÍ (Savnsmynd)

Heri Simonsen 19.03.2017 (20:40)

Gerber: Ein óansin løta kostaði dýrt

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Pætur Albinus gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Anders Gerber aftaná 0-1 tapið hjá NSÍ ímóti Víkingi á heimavølli við Løkin í Runavík.

 

Anders Gerber iðrar seg um, at hansara menn vóru óansnir ta einu løtuna, tá Filip Djordjevic hjá Víkingi slapp at skora einsamalla málið í dystinum.

 

Annars heldur Anders Gerber ikki, at tað var talan um eitt slakt avrik hjá NSÍ. Hann er væl nøgdur við tann leikliga partin, og nú skal landsliðssteðgurin brúkast til rætta uppá nøkur ting, og fer tað at geva trý stig til NSÍ skjótt, sum hevur bert eitt stig aftaná tvey umfør.