Gevst alt fyri eitt

Guðmundur skuldi annars halda fram sum danskur landsliðsvenjari fram til í summar.

Tað hevur longu verið greitt í eina tíð, at íslendski Guðmundur Guðmundsson ikki fer at halda fram sum venjari hjá danska manslandsliðnum í hondbólti, og at avloysarin verður Nikolaj Jacobsen.


Í januar segði Guðmundur, at hann ætlaði at halda fram til sáttmálin gongur út 1. juli, men í dag boðar danska hondbóltssambandið frá í tíðindaskrivi, at hann hóalst alt gevst nú alt fyri eitt.


- Eg meti tað vera best fyri liðið og meg sjálvan at gevast nú, og samstundis geva Nikolaj tær bestu umstøðurnar at taka við yvirtøkuni av liðnum, sigur Guðmundur Guðmundsson í tíðindaskrivinum.


Nikolaj Jacobsen er í løtuni venjari hjá týska meistaraliðnum Rhein-Neckar Löwen, so í fyrsta umfari fer hann at vera venjari hjá báðum liðunum.


- Tað er natúrligt, at avloysarin tekur við nú hann hóast alt er tilreiðar til tað. Eg hevði tó ikki væntað at tað skuldi vera longu nú, men eitt ella annað stað haldi eg tað vera púra natúrligt, sigur Nikolaj Jacobsen við TV2.