Gevst eftir 125 landsdystir

Ein av drúgvastu leikarunum hjá Spania hevur valt at takka fyri seg.

Manchester City-spælarin, David Silva, gevst á spanska landsliðnum, har hann hevur verið við seinastu 12 árini. Hesum boðaði spanska fótbóltssambandið frá á Twitter í dag.


- Tað er ikki lætt, eftir alt eg havi verið ígjøgnum, at sita og skriva hesar reglurnar. Tað hava verið dagar og vikur við umhugsan og greining áðrenn eg fekk tikið avgerðina um ikki longur at vera ein partur av spanska landsliðnum, skrivar David Silva í grundgevingini.


David Silva sigur, at hetta er ein av truplastu avgerðunum, ið hann hevur tikið, men at hann er takksamur fyri tíðina á landsliðnum, har hann spældi heili 125 landsdystir. Hetta er 6. flestir landsdystir aftanfyri Iker Casillas (167), Sergio Ramos (156), Xavi (133), Andrés Iniesta (131) og Andoni Zubizarreta (126).


32 ára gamli David Silva hevur saman við Spania vunnið HM í 2010 og EM í 2008 og 2012. Hann hevur spælt við Manchester City síðani 2010, tá hann kom frá spanska Valencia.