Leita á in.fo

Tróndur Arge 09.08.2018 (09:45)

Gilli: Føli meg sum John O'Shea

Brann Bergen vann í vikuni 4-1 á Start í Tippuliguni, sum er besta deildin í Noreg. Gilli Rólantsson byrjaði inni á vonginum, men mátti lata seg skifta út við pínu í seinna hálvleiki.

 

- Venjarin spurdi um eg var til reiðar á byrja á vonginum. Tað kundi eg ikki siga nei til, sjálvt um lýskan hevur spælt hund í nakrar vikur, sigur tvøramaðurin í Brann Bergen.

 

Hann bleiv skiftur út nakað eftir ein tíma á vøllinum. Føroyski landsliðsspælarin má nú sita uttanfyri í nakrar dagar. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Gilli Rólantsson verður fluttur runt á vøllinum.

 

- Eg føli meg sum John O'Shea í løtuni. Eg havi eftirhondini spælt á øllum plássum fyri Brann, sigur Gilli Rólantsson skemtandi.

 

John O'Shea var í síni tíð í Manchester United spælarin, sum kundi røkja flestu plássini, serliga í verjupartinum. Gilli og liðfelagirnir vunnu rímiliga greitt á Start.

 

- Vit vunnu fult uppiborið. Endiliga vístu vit aftur eitt sindur av ”power fótbólti”. Tað var tað vit gjørdu at byrja við í kappingini, tá tað gekk so væ, sigur tvøramaðurin.

 

Tað hevur í eina tíð verið nakað av órógvi um Gilla í Brann. Framtíðini sá ikki út til at verða í felagnum í vetur, men við nýggjum sáttmála er alt broytt, uttan dreymurin hjá føroyska landsliðsspælaranum.

 

-      Eg njóti at spæla fótbólt her. Eg vil sjálvandi gjarna royna meg í eini størri og sterkari kapping, men tað verður ikki heilt enn, sigur Gilli Rólantsson.

 

Brann Bergen er framvegis tvey stig fremst í Tippuliguni.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her