Leita á in.fo

Mynd: Bergensavisen

Danjal av Rana 12.03.2018 (13:46)

Gilli hevur fingið nýtt tilboð

Brann hevur givið Gilla Rólantsson eitt nýtt sáttmálatilboð, váttar føroyski landsliðsspælarin fyri Miðlahúsinum.

- Hetta er eitt tilboð, sum vísir, at teir veruliga vilja hava meg her, sigur Gilli Rólantsson við in.fo.

 

Tað hevur leingi sæð út til, at Gilli Rólantsson hevði sparkað sín seinasta bólt í Brann-blusuni, men nú hevur felagið bjóðað honum ein nýggjan sáttmála.

 

Hetta er fjórða tilboðið, sum føroyski landsliðsspælarin fær frá norska felagnum. Hini trý, sum hann fekk í heyst, blivu øll vrakaði, millum annað tí at grundlønin var ov lág.

 

Brann hevur í heyst keypt fleiri útlendingar og hevur tí ein útlending ov nógv í hópinum. Tí var líkt til, at Gilli Rólantsson, hvørs sáttmáli gongur út í summar, mátti finna sær eitt nýtt felag.

 

Eftir øllum at døma hevur trongisvágingurin staðið seg somikið væl í venjing og venjingardystum í vár, at felagið nú gravar eitt sindur djúpri í lumman, fyri at tryggjað sær hansara tænastur í framtíðini.

 

Í vinardystunum í ár hevur Gilli Rólantsson bæði skorað og havt fleiri málgevandi avleveringar og annars verið eyðsýndur í framrætttaða spælinum hjá felagnum.

 

Bergensavisen skrivar, at væntandi fer føroyski landsliðsspælarin at skrivað undir sáttmálan ein av komandi døgunum. Nýggi sáttmálin er galdandi til 2020.

- Men eg havi ikki skrivað undir enn, sigur Gilli Rólantsson.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her