Leita á in.fo

Pætur Albinus 08.02.2018 (23:21)

Gongur illa hjá Ødegaard

Hann var mettur at vera eitt av størstu fótbóltstalentunum í heiminum, tá ið hann fyri trimum árum síðani varð seldur úr norska Strømsgodset til Real Madrid, men síðani skiftið hevur tann nú 19 ára gamli Martin Ødegaard ikki livað upp til stóru vónirnar.


Real Madrid rindaði 35 milliónir krónur fyri vongspælaran, og hendan upphæddin kann – alt eftir avrikunum – vaksa til upp ímóti 75 milliónum krónum. Tað verður tó neyvan støðan, tí hann gjørdi lítið og einki um seg á eykaliðnum hjá Real Madrid.


Spanska stórfelagið hevur síðani januar í fjør leigað Ødegaard út til hollendska Heerenveen, men har hevur hann heldur ikki gjørt nógvar skreytir. Eitt mál bleiv tað til fyrsta kappingarárið, og í núverandi kappingarári er tað blivið til eitt afturat.


Tað hevur elvt til atfinningar, at Ødegaard, sum hevur lagt upp til fimm mál hetta kappngarárið, ikki skjýtur nóg nógv mál sjálvur. Ein av teimum, sum hevur funnist at tí, er fyrrverandi fótbóltsspælarin og núverandi serfrøðingurin á FOX Sports, Arnold Bruggink.


Martin Ødegaard spældi annars í novembur í fjør fyrsta landsdystin fyri Noreg eftir at hann annars ikki hevði verið úttikin í hálvtannað ár. Hann hevur nú spælt tilsamans 10 dystir fyri Noreg. Hann hevur sáttmála við Real Madrid fram til á sumri 2021.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her